Einaferð var hann besti fótbóltsspælari í Evropa, men nú er hann í kríggi og stríðist fyri sínum fosturlandi, Ukraina. Maðurin í reyða ringinum á myndini er eingin minni enn Igor Belanov.
Í 1986 varð hann kosin at vera besti fótbóltsspælari í Evropa, tá hann leikti í álopinum fyri Dynamo Kyiv. Maðurin, sum er føddur í Odessa í Ukraina, er í dag 61 ára gamalur.
Odessa, sum er í Ukraina, var áður ein partur av Sovjetsamveldinum, og Igor Belanov leikti tilsamans 33 landsdystir fyri Sovjetsamveldið.
Hann er framvegis aktivur innan fótbóltsheimin, har hann starvast fyri ukrainska fótbóltssambandið. Men, í løtuni er tað annað, sum fyllir meira enn fótbóltur í krígsherjaða landinum.
Sum myndin oman fyri vísir, hevur hann sjálvur verið í skotgravum fyri sítt land, men hann hevur eisini verið úti á hermótinum og heilsað upp á ukrainskar hermenn.
Igor Belanov hevur eisini havt fótbóltar við til hermenninar, vísir eitt uppslag á Instagram.
- Í dag møtti eg teimum, sum verja okkara fosturland. Eg vísti teimum mína djúpastu tøkk fyri teirra mót í bardaganum móti russisku fíggindunum, skrivar fyrrverandi fótbóltsstjørnan.
Besti fótbóltsspælari í Evropa í 1986 hevur borið heilsanir og gávur til hermenninar frá ukrainska fótbóltssambandinum og sigur, at hann er errin av teimum.
##med2##