Heimsins besti bjargaði Madrid

Við trimum málum frá Cristiano Ronaldo, leikti Real Madrid seg í kvøld í hálvfinaluna

Hesa vikuna vera seinnu fjórðingsfinalurnar leiktar í Champions League kappingini.

 

Í kvøld vóru fyrru dystirnir leiktir, sum vóru millum Leicester-Atletico Madrid og Real Madrid-Bayern Munchen.

 

Undan dystunum vóru tey bæði Madrid liðini, Real og Atletico, smáir favorittar, av tí at tey vunnu bæði í teimum fyrru uppgerðunum.

 

Og tað vóru eisini tey bæði liðini, ið drógu longra stráðið eftir uppgerðirnar í kvøld.

 

Cristiano Ronaldo gekk á odda

Serliga uppgerðin í Madrid millum Real Madrid og Bayern Munchen var spennandi. Har mátti eisini longd leiktíð til, fyri at finna ein vinnara av dystinum. Bayern Munchen vann vanligu leiktíðina 2-1, men í longdu leiktíðini vendi Real Madrid dystinum fullkomiliga. Serliga var tað stóri profilurin á liðnum hjá Real Madrid, Cristiano Ronaldo, ið gekk á odda. Hann skoraði ikki færri enn trý mál av teimum fýra, sum Real Madrid í kvøld fekk. Seinasta málið fekk ungi og innskifti Marco Asensio. Merkisvert var, at Cristiano Ronaldo sá út til at vera rangstaddur í tveimum av málunum sum hann skeyt.

 

Reytt kort stóra ávirkan

Tað hoyrdi tó við til søguna, at Bayern Munchen fekk eitt reytt kort í dystinum, tá 84 minuttir vóru leiktir. Tá fekk miðvallarin, Arturo Vidal, sítt seinna gula kort, sum tóktist vera sera ivasamt. Tað er eingin ivi um at reyða kortið hevði stóra ávirkan á dystargongdina í longdu leiktíðini.

 

Í hinari fjórðingsfinaluni endaði evropeiska ævintýrið hjá Leicester, tá teir spældu 1-1 javnleik á heimavølli móti Atletico Madrid. Men av tí at Atletico Madrid vann fyrru uppgerðina, var javnleikur ov lítið fyri Leicester í kvøld.

 

Í annaðkvøld vera so hinar fjórðingsfinalurnar leiktar. Tær vera í Barcelona millum Barcelona og Juventus, og í Monaco millum Monaco og Borussia Dortmund.

 

Úrslitini í kvøld:

Real Madrid – Bayern Munchen 4-2 eftir longda leiktíð. Vanliga leiktíðin endaði 1-2

Leicester – Atletico Madrid 1-1 (0-1)