Ovast kom Clos Apalta 2005 frá kilensa vínhúsið Casa Lapostolle. Clos Apalta er topp-vínið, men eyðkent fyri madame Alexandre Marnier-Lapostolle, ið eigur Casa Lapastolle, so eru øll sløgini av hennara hondum merkt av góðsku. Hon hevur somikið format, at hon ikki vil framleiða nakað undir minstamark.
Rúsdrekkasøla Landsins er somikið heppið at hava vín á hillunum frá Casa Lapostolle. Talan er um vanligu útgávuni av Cabernet Sauvignon. Men sum tað sæst á skoðsmálinum, so er einki vanligt hjá Lapostolle. Tey gera altíð fyrstafloks vín.
Eitt annað viðurkent tíðarrit, Wine Enthusiast, hevur somuleiðis kosið Casa Lapostolle til ársins vínhús í Nýggja Heiminum.
Alt í alt, eitt rættiliga gott ár fyri Lapostolle.
Nú hitastigini nærkast kulda, so er sesongin fyri góðum portvíni eisini byrjað. Tað kann vera hitandi og stimbrandi við einum góðum glasi av hesum portugisiska heitvíni. Sum ein hugnadrykkur ella afturvið konfekt.
Minst til at portvín ikki skal drekkast úr smáum fingurbollum. Tá kemur góði samansetti angin als ikki til sín rætt. Nýtið góð klænvaksin víngløs við tulipans-skapi. Og portvín skal drekkast svalligt, 10-12 stig.
Montalto, IGT Sicilia, Grecanico-Chardonnay 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Italia
Ummæli: Gyltur gulur angi. Gul súrepli, melón og sitrón í rákanum. Góð fylla. Spennandi javnvág millum tad fylduga og fríska. Líkatil og lýtaleyst vín. Rímiligur prísur.
Kostnaður: Kr. 65,00
Skoðsmál: 4 stjørnur
Casa Lapostolle, Rapel Valley, Cabernet Sauvignon 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Kirsubersvartur litur. Sera lekkur og samansettur angi av frískum sólberum, pipu-tubbaki, leðri og sjokolátu. Angar av marglæti. Í sera spennandi og kraftmikla smakkinum finni eg aftur nógva myrka berfrukt, nýspískaðan blýant, lakress og sedrisvið. Ein feril av espresso-kaffi. Turt reyðvín við frálíkari javnvág. Framúr reyðvín til sunnudags-oksasteikina!
Kostnaður: Kr. 121,00
Skoðsmál: 6 stjørnur
Warre’s Special Reserve
Uppruni: Søttligt heitvín úr Portugal
Ummæli: Djúpur kirsubersvartur litur. Eitt satt fýrverk spríkir upp úr glasinum: svørt søttlig berfrukt, putursukur, heslinøtur, enskt lakress og súltaði kirsuber. Stór fylla, ríka frukt, samansett. Og kortini frískligt. Hóskar bæði sum hugnaglas, afturvið konfekt og ikki minst blásoppa-ostum.
Kostnaður: Kr. 134,00
Skoðsmál: 5 stjørnur
Warre’s Kings Tawny
Uppruni: Søttligt heitvín úr Portugal
Ummæli: Granatreyður litur við tigulsteinsbrúnum kanti. Nøsin hevur brá av søtum kirsuberum, leðri og putursukri. Í smakkinum koma undan kavi tónar av nøtum, kanle og kaffi. Meira søttligt og kryddað. Framúr til konfekt.
Kostnaður: Kr. 110,50
Skoðsmál: 4 stjørnur










