Heimsins besta heilsuverk sum samfelagsætlan

Í 10 ár hava vit í Føroyum tosað um at gagnnýta teir ótrúligu møguleikar ílegransking eigur at kunna hava við sær í einum lítlum einsháttaðum samfelag,i,sum eisini hevur góðar sjúkrajournalir og aðra skjalfesta vitan

Fyri 10 árum síðan vórðu lunnar lagdir undir at byrja eitt samstarv við íslendska DeCode. Av ymsum ávum steðgaði hetta samstarvið. Síðan hava vit fingið lógarverk uppá pláss og eisini er ein stovnur , Ílegusavnið, gjørdur til at syrgja fyri at alt gongur rætt fyri seg. James Watson, kanska størsti úrmælingurin tá talan er um ílegugransking, heldur at Føroyar eru sera væl egnaðar til at gera fystu heilig? kortleggingina av eini heilari tjóð, og ein slík verkætlanin hevur nógvar fyrimunir við sær fyri Føroyar.

 

Ikki kann sigast, at vit hava gjørt nøkur megnarlop á íleguøkinum hóast nakrar verkætlanir er komnar í gongd og fleiri føroyingar arbeiða uttanlands við ílegum.

Fyri 10 árum síðan vóru lond sum Føroyar og Ísland ógvuliga áhugaverd, síðan dalaði áhugin fyri sonevndum isolatum nakað, men nú eru smá avbyrgd økir aftur vorðin sera spennandi.

Í 2005 stóð Bitland á odda at gera eina forkanning fyri at lýsa potentialið fyri ílegugransking í Føroyum.

 

Í 2008 valdi Bitland at fara undir stig tvey íhesi kanning, nevniliga nágreiniligari at fáa greiði á hvussu áhugaverd vinnulig ílegurgransking í føroyskum høpi er.

Støðan er broytt seinastu 10 árini

 

Human Genome Project

Í 2003 var endaliga komið á mál við Human Genome Project, sum kortlegði mannaílegurnar. Talan var um eitt megnartak, sum skuldu geva vitan um ílegurnar. Vánirnar til hvussu henda vitan kundi brúkast vóru ógvuliga stórar, men enn eru kollveltingarnar ikki hendar. Upprunaliga vóru 3 milliardir US dollarar settar av til hesa verkætlan. Fyri hálvumøðrum árið síðani kostaði tað eina millión at kortleggja eitt heilt fólk, nú er tann prísurin fallin til kanska 75.000 dollarar.

 

1000 Genome Project

Næsta stóra verkætlanin nú er The 1000 Genome Project, sum skjøtil var settur á í januar 2008. The 1000 Genomes Project verður mett at kosta millum 30 og 50 milliónir dollarar. The 1000 Genome Project verður gjørt, tí tað er neyðugt at hava fleiri fólk at taka støði í, tá kanningar skulu gerast. Eisini hevur vísindin lært, at tað er stórur munur millum fólk og millum fólkasløg, tí liggur tað eisini í ætlanina at kanna fólk ymsar staðir kring heimin.

 

Ílegukortleggja fólk

Í samband við stig tvey í kanningarætlanini hjá Bitland at lýsa møguleikarnar fyri vinnuligari ílegugransking í Føroyum, var eg á eini ráðstevnu um personal genome. Har varð umrøtt hvussu langt vísindin og tøknin er komin ávegis at ílegukortleggja fólk?

á á ein meira kostnaðarskynsaman háttNationwide Genome Project – NatGem í Føroyum?

Fleiri av fremstu stovnunum og fyritøkunum vístu á, at tað er møguligt, at um trý ár ber til at kanna eina menniskju fyri 1000 dollarar. Í hesum sambandi gerast Føroyar sera áhugaverdar. Tí við hesum prísum og møguleikum gerst tað knappliga ógvuliga áhuvert at kanna eina heila tjóð, sonevnt Nationwide Genome Project. Úrmælingurin yvir allar tá talan er um ílegugransking, Nobelsheiðurslønvinnaran, James Watson hevur víst áhuga fyri at gera hesa verkætlan í Føroyum.

Føroyar gerast bert áhugaverdar, tí vit eru eitt ment samfelag við einum skipaðum heilsuverki, sum hevur nógv data um íbúgvarnar. Samstundis hava vit verið avbyrgd og tað er eisini sera áhugavert.

 

Útlendsk fígging

Fyri at kunna gera eina slíka verkætlan krevur tað tó nógv. Tað krevur at fáa bygdar upp førleikar á íleguøkinum, bæði kanningarstovur og greiningarførleikar. Men tað krevur eisini eitt sera sterkt KT kerv, tí ein stórur partur av stórum íleguverkætlanum er KT megi. Sostatt krevur ein slík verkætlan, at vit eisini byggja upp eitt sera sterkt KT kerv í Føroyum. Tað góða við hesi verkætlan er, at hon kann hava so stóran áhuga altjóða, at bæði útlendskar fyritøkur, grunnar og stovnar vilja vera við at fíggja ein stóran part av hesum íløgum.

 

Tora og vilja

Men fyrst og fremst krevur ein slík verkætlan at vit í Føroyum vilja hava hana. Talan er um eina verkætlan, sum veruliga kann verða ein innspræning í føroyskari gransking og menning og tí t vit hava nakað at bjóða granskingarheiminum, hetta er eitt av okkara íkastum til altjóða gransking. Verkætlanin kann flyta okkum fram í fremstu røð tá talan er um ílegugransking og brúk av íleguvitan í heilsuverkinum.

 

Ein samfelagsverkætlan

Tað er vist, at tað verða onnur økir og/ella lond sum eru áhugaði í at fáa eina slíka verkætlan, men Føroyar eru kanska tað best egnaða landið. Í hesum føri er skotið upp, at Føroyar á heysti komandi ár skipa fyri eini ráðstevni, har vit vísa okkum fram fyri altjóða granskingarheiminum, sum síðan kann taka støðu til um Føroyar er rætta staðið at gera eina kortlegging av ílegunum hjá eini heilari tjóð. Hendan verkætlanin er tó nógv meiri enn bert ílegugransking, tí hon krevur eisini eina uppfylging í eini 20 til 50 ár fyri at samanbera sjúkur sum fólk fáa, við tað ílegukortleggingin sigur. Verkætlanin gevur okkum granskingarførleikar og útgerð og eina beinagrind til hátøknigransking og eitt altjóða granskingarumhvørvi. Men ikki minst so kann hon leggja lunnar undir at skipa okkum eitt heilsuverk í heimsflokki. James Watson metir, at tað ber til at gjøgnumføra hesa ætlan um eini trý ár, um fyrireikingarnar byrja nú.

 

Heimsins besta heilsuverk

Tá talan er um at gera fyrsta Nation Wide Genome verkætlanina í Føroyum, merkir tað at vit í Føroyum skullu hava allar neyðugu førleikarnar fyri at gjøgnumføra eina tilíka verkætlan. Tað merkir, at ættarbandsskráin skal verða klár, at vit hava neyðugu kanningastovurnar, at vit hava fólk við neyðugu førleikunum og ikki minst eina heilsuskipan, sum tekur hesa ábyrgd á seg at menna føroyska heilsuverkið til at fremja eina slíka verkætlan.

Hetta kann verða eitt beinleiðis stig fyri at menna eitt universitetssjúkrahús í Føroyum, og hetta kann lyfta okkum til at verða millum heimsins allar fremstu, tá talan verður um ílegugransking og brúk av ílegutøkni og vitan í sjúkravirðgerð og fyribyrging.

 

Dirvi

Ein slík verkætlan krevur, at vit vilja og tora. Hon krevur at almennu Føroyar vilja fremja hana. Hon krevur hart arbeiði. Hon krevur samstarv millum at kalla allar samfelagspartar. Verkætlanin kann eisini hava jalig árin á so stóran part av samfelagnum, tí hon krevur breiðar førleikar, so breiðar at talan er í veruleikanum um eina samfelagsverkætlan.

Men ikki minst, so krevur hon samstarv og at vit tola framburð hjá hvørjum øðrum;

hon krevur at vit unna hvørjum øðrum viðrák

 

Gera vit tað, so hava vit enn einaferð, tíggju ár aftaná at vit ikki megnaðu at semjast um at arbeiða við ílegum á fyrsta sinni, aftur møguleikan at verða eitt av mest áhugaverdu økjunum í ílegugransking. Spurningurin er bert um vit hesa ferð tora at taka av møguleikanum.

 

Greinin er bygt á framløgu Bogi Eliasen hevði á tiltakinum Vinnugransking og Innovatión í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 5. Desember.