Heimsins besta fiskiveiðiskipan?

   

Undir kreppuni var ein sokallaður skipanarbólkur settur, sum skuldi finna útav, hvussu ein hóskandi floti skuldi síggja út. Hesin bólkur vildi kortini ongantíð loysa henda setning. Men tað sum hesin skipanarbólkur ikki setti seg føran fyri at loysa, tað loysti kreppan. Eftir at skip vóru farin á heysin, og konkurslógin aftur var sett í gildi, vóru Føroyar eftir kreppuna í teirrri hepnu støðu, at vit høvdu ein flota, sum hóskaði til grunnar okkara. Samansetingin var eisini sera hóskandi, og økisfriðingarnar, sum settar vóru í verk gjørdu, at fiskiskapur-in hevur farið fram undir ógvuliga vælskipaðum viðurskiftum. Teir ymsu veiðihættirnir hava kunnað roynt uttan at órógva hvør annan, og úrslitið hjá øllum bólkum hevur verið gott.
Í seinastuni er tó komið undan kavi, at henda skipan hevur verið undirgrivin á ymsan hátt við sera tilvild-arligari og óseriøsari umsiting. Tveir fyrispurningar í tinginum viðv. samanlegging av fiskiloyvum, annar frá undirritaða viðv. samanlegging tvørturum høvuðsbólkaranar partrolarar/lemmatrolarar og hin frá Torbirni Jacobsen viðv. samanlegging tvørturum høvuðsbólkarnar útróðrarbátar/línuskip, hava prógvað hetta. Í lógini stendur, at kunngerð skal gerast sum sigur hvussu mannagongdin skal vera, tá veiðiloyvir verða samanløgd. Henda kunngerð verður kortini ongantíð gjørd. Ístaðin verða loyvir løgd saman sum best ber til, og eftir reglum, sum nú einaferð hóska best til givna førið.
Tað grovasta dømið hesum viðv. er málið um Jógvan S, har ein frymil verður brúktur, sum far roknistykkið at ganga upp, hóast tað veruliga veiðitrýstið verður fleirfaldað. Hetta verður gjørt við at kvadratrótin verður tikin av rúmdini á Ågot. Soleiðis verður samsvar millum rúmdina sum fer út og rúmdina sum kemur inn í flotan. Fiski-málastýrið hevur skyldu at greiða alment frá grundarlagnum fyri hesi útrokning. Ein annar spurningur sum kundi verið áhugaverdur at fingið svaraðan er, um fiskimálastýrið hevur loyvi til at gera sínar egnu mannagongdir, tá lógin sigur, at hetta skal gerast við kunngerð.Enn er ongin frágreiðing komin frá fiskimálastýrinum um, hví kvdratrótin er nýtt. Og til henda frágreiðing fyriliggur, má ein ganga út frá, at einasta grundin til henda roknihátt er, at fáa roknistykkið at ganga upp. Fyri-spurningarnir viðv. Ågot og Skorðabergi hava fingið fiskimálastýrið upp úr stólinum, so teir endiliga hava gjørt kunngerðina um mannagongdir, tá veiðiloyvir verða løgd saman. Verður henda kunngerð brúkt í Ågotmálinum, hevði veiðitrýstið verið fleirfaldað.. Tað er heldur ongin meining í, at onki skott er millum bólk 3 og 4. Her má broyting gerast í lógina, sum ger greitt, at bólkur 4 umfatar bátar upp til 110 tons, ella er ætlanion at beina fyri útróðrarflotanum?
Greiðar reglur mugu gerast, sum forða fyri, at skip verða løgd saman millum høvuðsbólkarnar, tí annars fer javnvágin í fiskidagaskipanini av lagi,og tað má fyribyrgjast, tí veruleikin er tann, at %-býtið, sum ásett er í lógini hevur passað ótrúliga væl til tað veruliga fiskaríið, og henda javnvág er heilt vist ein av orsøkunum til, at fiskiskapurin hevur hepnast hjá øllum bólkum, uttan at skaða fiskastovnarnar.
Tí er umráðandi, at skipanin ikki verður undirgrivin við, at javnvágin í teimum ymsu bólkunum verður órógvað, soleiðis sum vit hava sæð í seinastuni. Heldur hetta lagið fram gongur ikki long tíð, til vit ikki longur kunnu reypa av heimsins bestu fiski-veiði-skipan. Tí styrkin í skipanini er, at veiðiorkan er fastløst og skipað í høvuðsbólkar. Hetta, saman við økisfriðingunum, hevur stabiliserað fiskiskapin. Ásetingin av fiskidøgum hevur ikki tann avgerandi týdningin, so sum mong tykjast at halda, tí veruleikin er tann, at fiskiskapurin hesi árini er farin fram so at siga ótarnaður av fiskidøgum. Tað er bert bólkur 5 b, sum hevur merkt nakað serligt til, at fiskidagarnir eru avmarkaðir.