Heimsins best útgjørda út-gerðarskip vitjar Havnina

-Tit hava góðar umstøður at taka ímóti og hýsa útgerðarskipum, sum arbeiða á Atlantsmótinum sigur skiparin á Grampian Frontier, Mike Keddy.

Mikumorgun 25. mars varð skjøtil settur á eitt nýtt kapittul í føroyskari oljuvinnusøgu. Tá kom heimsins nýggjasta og best útgjørda oljuútgerðar- og hjálparskip á Havnina - beinleiðis av fyrstu og einastu oljuleiðini á Atlantsmótinum skamt frá føroyska fiskimarkinum, Foinaven.

?Grampian Frontier? er einki minni enn ein perla í tí sera stóra flota av útgerðarskipum, sum í dag arbeiðir á øllum heimsins høvum. Talan er um eitt fleirbrúksskip, tvs. at skipið umframt at vera vaktar- og stuðulskip á einum oljufelti eisini er at meta sum ein havgangandi tryggingar- og bjargingarmiðstøð. Umborð er eitt væl útgjørt hospital, har finst sløkkiútgerð og útgerð til at rudda upp eftir møguligan oljuleka. Pláss er umborð fyri 300 fólkum, skuldi onkur vanlukka hent í umhvørvinum. Umframt at vera hjálparskip á Foinaven oljufeltinum, so veita skip og útbúgvin manning eisini alla hugsandi hjálp til fiskiskip oo., sum koma í havsneyð ella fáa aðrar trupulleikar. Ætlanin er eisini at vera á varðhaldi, tá føroysk fiskiskip oo. hava tørv á hjálp ella um dálking hóttir føroyskt øki.

Tað er tí heldur ikki uttan orsøk, at oljuvinnan hevur valt at leggja einki minni enn 140 mill. kr. í hetta serútgjørda og snotuliga farið. Skipið er teknað og útgjørt til at nøkta tørvin á eini farleið, sum ikki minnir so nógv um tær kendu oljuleiðirnar á heldur grynri vatni í eitt nú Norðsjónum.


Havnin spennandi avbjóðing

Mike Keddy er skipari á Grampian Frontier, nú skipið fyri fyrstu ferð kemur inn á ikki bert føroyskt sjóøki, men eisini í føroyska havn.

-Eg eri ovfarin av at síggja, hvussu væl tit eru fyri við havnum og útbúnaði. Tórshavnar Havn er ein spennandi avbjóðing fyri eitt skip sum okkara. Her koma bæði ferjur, farmaskip, fiskiskip og entá herskip. Og nú eisini oljuútgerðarskip. Eg síggi, at tit eisini hava nógvar aðrar hentleikar her so sum skipasmiðju og verkstaðir. Jú eg má viðganga, at hetta er eitt gott grundarlag fyri eini komandi oljuvinnu sigur Mike Keddy, sum vónar, at hetta ikki er fyrstu og einastu ferð, at teir vitja Havnina.

Tað er stóra skotska útgerðarfelagið North Star, sum eigur og rekur skipið, ið er langtíðarleigað av BP. Felagið eigur ikki færri enn 30 útgerðarskip.

Tað hevur leingi verið ætlanin at koma til Føroya við skipinum. Oljufeløgini BP og Shell, sum reka Foinavenfeltið, síggja helst, at nýggjasta og bestútgjørda farið í útgerðarflotanum vitjar havnirnar, sum liggja kring oljufeltið. Og her kemur eitt nú Havnin inn sum ein av teimum mest áhugaverdu.

Teir fimtan menninir umborð verða skiftir út í dag. Hesir fara við Atlantic Airways til Aberdeen, haðani 15 aðrir koma aftur til Føroya.

Vanliga brúkar skipið havnina í Scalloway í Hetlandi. Har eru teir eina ferð um mánaðin fyri at skifta manning og útgerð. Mike Keddy sigur, at hóast teinurin er stytri til Hetlands enn til Føroya, so er munurin lítil. -Tað er tí sera gott at vita, at vit kunnu koma henda vegin, tá hetta er mest hóskandi orsakað av ættini og veðurlíkindunum annars.

Supplyskip koma annars á feltið tvær ferðir um vikuna við útgerð oø. Hesi koma úr Aberdeen. Mike Keddy heldur sjálvur, at ein føroysk havn átti at kunnað fingið stóran týdning fyri framtíðar útgerðarvinnuna á øllum Atlantsmótinum, nú teinurin til Føroya er so nógv stytri enn til Aberdeen, haðani mest sum øll útgerð í dag kemur. Tað eru umleið 120 fjórðingar av Foinavenleiðini til Havnar, meðan teinurin til Aberdeen er 250 fjórðingar.

-Tvs. at eitt útgerðarskip, sum tekur olju og vatn í Føroyum, kann hava verið í Føroyum og verða komið aftur á oljuleiðina uppá somu tíð sum tað tekur at koma vegin fram til Aberdeen sigur Mike Keddy.

Verður oljuvinnan at mennast vestan fyri Hetland og hon eisini røkkur til føroyskt øki heldur Mike Keddy, at føroyingar hava góðar møguleikar at taka ímóti teimum mongu stóru útgerðarskipunum, sum lata vørur og tænastur til oljuleiðirnar.