Talan er um ein Aston Martin DB5 frá 1964, sum varð brúktur í Agent 007 filmunum »Goldfinger« og »Thunderball« við skotska sjónleikaranum Sean Connery við rattið. Bert tveir bilar í akkurát hesi útgávuni vórðu framleiddir. Eftir at teir vórðu nýttir til filmsupptøkurnar, vóru teir lætnir aftur til Aston Martin verksmiðjuna.
Tann eina av biliunum fekk amerikanski radioverturin Jerry Lee frá Philadelphia loyvi at keypa frá Aston Martin verksmiðjuni fyri 12.000 dollarar í 1969. Bilurin er heilt originalur og er útgjørdur við allari útgerðini, sum varð nýtt í James Bond filmunum sum t.d. nummarplátum, sum kunnu broytast undir koyring, skotvápnum framman og aftan eins og útgerð til at skera dekkini á bilum, sum royna at elta Agent 007.
Lægsta boð upp á bilin er sett til 30,5 milliónir krónur, men uppboðssølan roknar við, at hann verður seldur fyri munandi hægri prís. Peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiði, sum Jerry Lee stendur fyri.










