Útsjóndin minnir um eina blanding av eiturkoppi, rúmdarveru ella húsvætti, men hetta er í veruleikanum ein summarfuglur.
Skordýrafrøðingurin og granskarin, Arni C. Nilsen, sigur, at insektin - creatontos gangis - hevur andstyggiligu útvøkstirnar til tess at ræða onnur dýr og fuglar.
Men tú, sum lesur hesar reglur og hyggur at hesum filmsbroti, kann taka tað púrasta avslappað, tí insektin er bara í landsynningspartinum av Asia og í Avstralia.
##med2##
Sambært skordýrafrøðinginum og granskaranum er insektin eisini púrasta vandaleys.
Filmsbrotið, sum eitt nú VG hevur lagt út á sína heimasíðu, kann síggjast um hesa leinkju -
https://www.vgtv.no/video/180737/er-dette-verdens-ekleste-insekt