Heimsins 100% trygga flogfar á samanstoytskós

John S. Myllhamar

So hendi tað, ið sambært talsmannin hjá Atlantsflog, Jørmund Vágadal, ikki kundi koma fyri, at flogfarið hjá Atlantic Airways fór av kós, fór túsund metrar hægri upp enn tað hevði fingið boð um, við stevni móti øðrum flogfarið.
? Fantastiskt - ótrúligt - gátuført. Vágadal, sum her í blaðnum valdagin í fjør, gjørdi øll onnur flogfør og flogfeløg, ið hava flogið og, sum flúgva uppá Føroyar, vandafull og ótrygg at flúgva við, gjørdi bæði íslendskar og danskar flogskiparar kriminellar og, sum kravdi ein danskan flogskipara frá, tí hesin hevði lent í ov ringum líkindum inn yvir Sørvágsfjørð, slíkt, ið sambært Vágadal aldri er, ella fer at koma fyri við Atlantsflog, skyldar teimum ferðandi eina nærri frágreiðing hvat í verðini er hent í loftrúminum vestanfyri Ísland hin 1. august í ár.