Heimshandilin í framgongd

Nýggjastu kanningarnar hjá Heimsbankanum vísa, at heimshandilin er í framgongd. Men enn er langt til støðið, sum handilin var á undan fíggjarkreppuni. Tað skrivar Landsbankin á heimasíðu sínari.

Í samstarvi við Heimsbankan hevur búskaparfrøðingurin Caroline Freund kannað, hvussu nógv heimshandilin kann minka orsakað av núverandi heimsumfatandi kreppu. Í hesum sambandi hevur hon funnið elastisitetin av heimshandlinum viðvíkjandi heimsframleiðsluni, t.e. hvussu nógv prosent heimshandilin broytist, tá ið heimsframleiðslan broytist 1 prosent. Kanningin bendir á, at heimshandilin helst lækkar eini 15% í ár. Hetta samsvarar toluliga væl við seinastu meting hjá IMF, har samlaði realvøksturin í heimshandilin er mettur at vera -13 % í 2009.

Heimshandilin er ikki longur í afturgongd, hóast útlitini fyri alt 2009 ikki eru tey bestu. Hetta kemur fram í mánaðarligu kunningini um heimshandilin hjá Heimsbankanum, ið eitur Trade Watch. Í kunningini fyri oktober mánað varð staðfest, at innflutningur og útflutningur eru vaksin í mun til sama tíðarskeið síðsta ár.

Tó er støðið fyri heimshandlinum undan kreppuni ikki rokkið enn. Inn- og útflutningur eru eini 27% lægri, í mun til støðið, áðrenn kreppan byrjaði.