Heimsfrumsýning í Miðvági

Í annaðkvøld verður stuttfilmur eftir Juliu í Kálvalíð sýndir fyri fyrstu ferð yvirhøvur

Talan er um film, sum fyri tað nógva er tikin upp í Miðvági. Upptøkurnar fóru fram í august og september mánaði, og nú er filmurin, sum er hálvan tíma til longdar, liðugt kliptur.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Julia í Kálvalíð segði um filmin við Rás2 í dag.

 

Stuttfilmurin, sum ber heitið, John, verður sýndur í Miðvágs bygdarskúla í annaðkvøld.