Tað er ikki ofta tað hendir, men í annaðkvøld, leygarkvøldið, verður ein heimsfrumsýning í Miðvági.
Tað er filmurin, Julia í Kálvalíð, sum fer at vísa filmin um John, sum er tikin upp í Føroyum, við føroyskum sjónleikarum
Julia í Kálvalíð úr Miðvági, hevur nomið sær útbúgving í filmi og miðlavísindi á universitetinum í Tallinn.
- Í samband við fráfaringarroyndina, hevur hon gjørt ein film, um John, sum býr og arbeiðir á bygd í Føroyum.
Hann fæst við ymiskt, sum ikki tolir dagsins ljós og søgan er um samband ímillum menniskju, sálarligar veikleikar og loynidómar.
Leikstjórin, allar leikararnir og hjálparfólk, verða við til frumsýningina, sum verður í bygdarskúlanum í Miðvági í annaðkvøld, leygarkvøldið og har lata dyrnar upp klokkan 18.
- Reyði llangmottan verður rullaður út í Miðvági leygarkvøldið, so bygdafólk, og onnur, sum hava hug, kunnu verða við til hesa stórhending, siga tey í einum tíðindaskrivi.
Nøkur av teimum, sum hava teir stóru leiklutirnar í filminum, eru Jóhan Herlon í Kálvalíð, Laura Joensen. Gitta av Kák og Jógvan E. Ósá, sum er á myndini










