Heimsfrumframsýning av "The Whale" í Norðurlandahúsinum

Djóraverndarfelagið í Føroyum hevur seinastu árini merkt, at tørvurin á einum djóraheimi er vorðin alt meira átroðkandi. Djóraverndarfelagið hevur á hvørjum ári fleiri enn 300 djór gjøgnum sína skipan.

Tí verður verkætlanin um føroyskt djóraheim sett í gongd nú. Ætlanin er at djórini hjá Djóraverndarfelagnum kunnu fáa eitt fyribilspláss, meting og møguliga átroðkandi viðgerð á djórheiminum - og síðani kunnu tey fara víðari í nýggj heim. Djóraverndarfelagið byrjar verkætlanina við einum stórum innsavningartiltaki í Norðurlandahúsinum í morgin.

Føroyingar fáa heimsfrumframsýning av The Whale

Filmurin er ein dokumentarur um ein mastrahval, ið villist einsamallur inn í ein fjørð í landspartinum, British Columbia í Kanada. Tá ið hvalur ikki hevur nakrar av sínum líkum rundan um seg, roynir hann at gerast vinur við fólkið, ið býr á staðnum. Djóraverndarfelagið skrivar: Filmurin vísir eina søgu um, hvussu margháttligt tað kann ganga fyri seg, tá ið náttúra og fólk liva tætt saman. Vit hava valt at vísa júst hendan filmin, tí hann er sera hóskandi til føroyska samfelagið, har, ið vit liva tætt knýtt at okkara náttúru og djórum. Søgan kundi eins væl verið úr Føroyum, staðfestir Djóraverndarfelagið.

Filmurin er gjørdur av m. ø. Ryan Reynolds og Scarlett Johansson, sum er av danskari ætt. Suzanne Chisholm, sum er ein av filmsframleiðarunum, verður við til sýningina saman við Ady Gil. Suzanne kemur eisini at svara spurningum um framleiðsluna av filminum.

Í forhøllini í Norðurlandahúsinum fáa fólk høvið at síggja, hvussu nýggja djórheimið kemur at taka seg út. Høvið verður at seta spurningar.

Inntøkurnar frá tiltakinum, ið Djóraverndarfelagið stendur fyri, fara til djórheimið. Ady Gil stuðlar tiltakinum.

Ady Gil vitjar í Føroyum á fjórða sinni, og er millum fremstu djóravinir, sum finnast.