Heimsflokkur í ÍtróttarSosialinum

Søgan um U21 landsliðið í hondbólti og Pál Vitalis Joensen

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, eru tvey høvðustema. Tey hava tað til felags, at tey eru um avrik í heimsflokki.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Tað er ikki av tilvild, at júst hesin U21 landsliðsárgangurin hevur framt bragdið. Tað er úrslit av hørðum og tilrættislagdum arbeiði gjøgnum nógv ár. Les alt um søguna handan U21 landsliðið í ÍtróttarSosialinum í dag.

 

Les eisini stóra samrøðu við Pál Vitalis Joensen, sum fyri fyrstu ferð i átta ár, ikki hevur OL fremst í huganum. Hann grieðir frá lívinum sum svimjara og at mennast sum menniskja, nú hann skal blíva pápi í summar.

 

Les um vónbrotini til OL í 2012 og 2016, sum hann ongantíð hevur sæð á upptøku. Og hvussu hann hevur reist seg og møguliga gera eina seinastu roynd í 2020. Tað er ein frælsur Pál Vitalis Joensen, sum bjóðar lesarunum heilt tætt at sínum lívi.

 

Les eisini um hondbóltssambandið, sum als ikki er til reiðar at fara til Algeria. Bragdið kemur óvart á, men nú verða øll segl sett inn. Les eisini klummuna, fimm skjótar og quzzina.