Altjóða búskapurin fær harða viðferð í 2023.
Tað metir Heimsbankin, sum í nýggjari frágreiðing ávarar ímóti vandanum fyri búskaparligari afturgongd kring heimin.
Í frágreiðingini, undir navninum Global Economic Prospect, lækkar Heimsbankin sínar vónir fyri altjóða vøkstur í 2023 frá 3 til 1,7 prosent.
Til samanberingar metir Heimsbankin, at altjóða búskapurin fer at hava ein vøkstur upp a 2,9 prosent í 2022.
Nýggja forsøgnin kemur sum úrslit av høgari inflatión, hækkandi rentum, færri íløgum og Russisku innrásini í Ukraina.
Meira av slíkum – ella versnandi geopolitisk viðurskifti – kunnu samstundis sambært Heimsbankanum tveita altjóða búskapin í nýggja afturgongd.
Tað vil so verða fyrstu ferð í meira enn 80 ár, at vit hava atljóða afturgongd tvær ferðir í sama tíggjuáraskeiði.
/ritzau/