Lægri framleiðsla, økt renta og handilsstríð millum USA og Kina er millum orsøkirnar til lægri vøkstur
Heimsbúskapurin vil bæði í ár og næsta ár vaksa spakuligari enn roknað varð við. Orsøkirnar eru øktir handilsspenningar og lægri framleiðsla.
Soleiðis ljóðar seinasta framskrivingin frá Heimsbankanum í gjárkvøldið
Sambært frágreiðingini »Myrk skýggj« frá Heimsbankanum vera heimsins samlaða bruttotjóðarúrtøka (BTÚ) vaksa við 2,9 prosentum í 2019 og við 2,8 prosentum árið eftir.
Tað er lægri enn fyrra framskrivingin, sum varð løgd fram í juni. Ta ferðina helt Heimsbankin, at búskapurin í 2019 fór at vaksa við trimum prosentum.
Framskrivingin órógvar Ayhan Kose, sum er búskaparfrøðingur í Heimsbankanum.
– Í 2017 koyrdi búskapurin upp á pumpurnar. Í 2018 fóru motorarnir at siga frá, sigur hann sambæprt tíðindastovuni AP.
Eisini toppstjæorin í Heimsbankanum, Kristalina Georgieva, óttast, at næsta framskrivingin fyri heimsbúskapin verður verri.
Negativa gongdin hongur millum annað saman við handilsstríðnum millum USA og Kina, sum hevur verið síðani mars 2018.
Handilsstríði og øktu tollsatsirnir hava longu havt avleiðingar fyri bæði londini. Men eisini íár og næsta ár kunnu avleiðingarnar merkjast.
Búskaparvøksturin í USA í ár er niðurjusteraður frá 2,9 til 2,5 prosent. Næsta ár verður roknað við enn eini niðurjustering til 1,7 prosent. Hjá Kina snýra tað seg um eina niðurjustering frá 6,5 til 6,2 prosent í ár.
Eisini búskapirnir hjá teimum 19 evrlondunum er niðurjusteraður frá 1,9 til 1,6 í 2019. Til samanberingar vaks heimsbúskapurin í fjør við trimum prosentum og 3,1 í 2017.
Upprunaliga endamálið við Heimsbankanum var at fíggja endurbyggingina eftir Seinna Heimsbardaga. Í dag virkar hann sum ein aljóða felagsskapur, sum stríðist ímóti fátækradømi við mllum anna at veita menningarlondum lán.
Men hækkað renta er við til at leggja enn størri trýst á fíggjarmarknaðirnar. Tað snýr seg serliga um lond við vaksandi búskapi og feløgum, sum læntu nógv, tá renturnar vóru ágar eftir fíggjarkreppuna í 2008 og 2009.
Tá hesi lán gonga út, mugu nógv endurfíggja skuldina við hægri rentu.
Eitt annað sum órógvar Heimsbankan er btú-vøksturin í afrikanskum londum sunnan fyri Sahara. Har fer vøksturin í framskrivingini í miðal vera minni enn eitt prosent tey næstu trý árini.
– Tað ger tað ógvuliga trupul, um ikki ógjørligt, at minka fátækradømi, sigur Ayhan Kose.
/ritzau/Reuters