Leiðararnir í teimum størstu ídnaðarlondunum ávara nú um, at heimsbúskapurin er framvegis svikaligur, og at kreppan hóttir við at forkoma ætlanini um at skarva helvtina av heimsins fátækradømi innan 2015.
Leiðararnir í Bretlandi, Kanada, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Japan, Russlandi og USA siga, at tað gongur tann rætta vegin at at endurreisa heimsbúskapin eftir ta ringastu kreppuna í mannaminni, men at framstigini eru so smá, at búskapurin framvegis er svikaligur.
Teir átta leiðararnir siga, at soleiðis sum búsksparstøðan er, kann tað gerast trupult at røkka nøkrum av 2015-málunum, sum ST setti sær fyri tíggju árum síðani. Teir siga, at kreppan hevur gjørt útlitini daprari, og at bæði ídnaðarlondini og menningarlondini mugu gera meiri enn upprunaliga ætlað, skulu málini røkkast.










