Undir egið borð
Halldór Laxness
Skaldsøga
Týtt hava Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs
Sprotin
436 blaðsíður
Undir egið borð eftir Halldór Laxness er stórverkið, ið fór sum skógareldur um allan bókmentaheimin, og sum høvundurin fekk nobelheiðurslønina fyri.
Undir egið borð , sum á upprunamálinum eitur Sjálfstætt fólk, er ein av best umtóktu skaldsøgunum hjá Halldóri Laxness. Hon er týdd til nógv mál og er komin út víða um í heiminum, m.a. er seld í fleiri hundrað túsund eintøkum í USA. Hon elvdi til hart stjórnmálakjak í Íslandi, tá ið hon kom út í 1934-5, og í dag er hon ein tann størsti mentanardýrgripurin, ið íslendingar eiga. Kanska ein tann størsta skaldsøgan, ið nakrantíð er komin út í Norðurlondum.
Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs, hava sitið og totast við at týða bókina í eini 4-5 ár. Úrslitið er fantastiska fínur føroyskur tekstur, sum innihaldsliga skarar so fram um aðrar bøkur, at eingin, ið hevur lisið hana, er rættiliga tann sami aftaná.
Bókin er á gáttini, men útkomudagurin er ikki ásettur enn.










