Heimloysi er ein veruleiki!

At tað ikki bara er í stórbýum úti í víðu verð, at heimloysi er ein trupulleiki, hava vit so dyggiliga fingið staðfest síðstu tíðina.

Heðin Mortensen

býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð



Javnan hava tíðindi verið borin um heimleys, ið onganstaðni hava at vera og tískil tykjast vera ein gloymdur partur av samfelagnum.

Sum eg fyrr havi víst á, eru landsins almennu sosialu myndugleikar als ikki uppgávuna vaksnir, tá tað snýr seg um hesi, ið onkursvegna eru endað á lívsins skuggasíðu, so tey ikki so mikið sum eiga ella kunnu fáa taka yvir høvdið.

So leingi kommunurnar eru í hafti og ikki sleppa at loysa hesar trupulleikar, sær ikki út til, at teir verða loystir heldur.

Fekk nú ein dagin á gátt eitt blað, ið greiddi frá, at Kafé Blákrossstovan helst fer at lata aftur, tá hetta árið er farið, tí hon hevur eitt hall upp á 200.000 krónur.

Ikki er líkt til, at landsstýrið virðismetir tað stóra arbeiði, ið her verður gjørt, so tí má tað gerast uppgávan hjá Tórshavnar kommunu at rætta eina hjálpandi hond, so henda neyðuga kafé framvegis hevur eitt tilboð til tey heimleysu, tá vit fara inn í næsta árið.

Eins og stuðul eigur at verða latin Herberginum hjá Frelsunarherinum, ið veitir teimum heimleysu hjálp á náttartíð, so tey ikki skulu sova undir opnum himni, eigur Tórshavnar kommuna at stuðla Kafé Blákrossstovuni, so tey heimleysu og onnur hava eitt stað at halda til í um dagin.

Megna vit sum kommuna ikki á henda hátt at hjálpa hesum heimleysu, ið annars einki kunnu vænta sær frá almennu sosialu landsmyndugleikunum, eru vit partur av einum nógv fátækari samfelag, enn vit munnu geva okkum far um.

Sjálvandi eigur eingin at liggja nátt uttandura, og sjálvandi eigur heldur eingin at hava fyri neyðini at vála kring býin um dagin, tí eingin hurð er opin!