Heimligt og hugnaligt umhvørvi

Hóast ætlanin leingi hevur verið at lata E2, Barakkina, við landssjúkrahúsið aftur, so heldur Ann Hovgaard, sjúkrasystir, at tað hevur verið eitt gott arbeiðspláss, og tí harmast hon afturlatingina

Tey hava pyntað til jólar. Nøkur av fólkunum hava verið har í 40 ár, og barakkin sjálv er eini 50 ára gomul.

- Tað er sjálvandi ikki tíðarhóskandi, men her hevur verið stak gott at vera, og tey sum hava verið her, hava eisini havt tað gott. Høvdu veggirnir bara kunna talað, so hevði mann kanska ikki rivið hetta niður, sigur Ann Hovgaard, sjúkrasystir, ið hevur arbeitt á E2 hjá Landssjúkrahúsinum síðan 1993.


Long óvissa

Fyri tíð síðan, var ætlanin, at fólkini, ið búgva á E2 skuldu flyta út haðani. Tað var eisini ætlanin, at tað skuldi henda í gjár, men í hvørgum av førunum bleiv tað til nakað.

- Vit hava fingið at vita fleiri ferðir, at nú er liðugt, men so hava vit fingið boð, at vit skulu halda fram í eina tíð afturat. Tað seinasta vit hoyrdu var, at vit skulu halda fram í eina viku afturat, so kunningin hevur verið so sum so, sigur Ann Hovgaard, sum leggur afturat, at hon ikki lastar leiðsluni, og at tey, ið arbeiða har, hava fingið boðið annað starv, so skjótt sum E2 letur aftur.


Ongar heimahjálpir

- Onkustaðni skulu fólkini vera. Tað eru ongar heimahjálpir, og fólkini hava tað gott her, so eg dugi í veruleikanum ikki at síggja, hví deildin skal lata aftur, greiðir Ann Hovgaard frá. Hon leggur afturat, at ætlanin so leingi hevur verið at lata deildina aftur, so nú bíða tey bara til tey eru liðug.