Møguleikarnir at síggja fótbólt á høgum støði eru nógvir í hesum døgum, nú tað er HM kapping í Brasil.
Eisini heima á landi er fótbóltur á skránni í dag. Talan er um 13. og triði síðsta umfar undan summarsteðginum, sum er frá 27. juni og fram til 27. juli.
Fýra dystir eru í dag. Síðsti dysturin verður í annaðkvøld á Argjum, tá ið AB fær vitjan av KÍ.
Toppliðið B36 eigur heimavøll ímóti B68, sum stríðist fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.
FM favorittarnir í HB fara seint seinnapartin við Løkin í Runavík at takast við NSÍ, sum er á bronsuplássinum.
EB/Streymur, sum seinastu vikuna hevur fingið meiri burturúr enn fyrsta partin av kappingarárinum, fær vitjan av ÍF, sum tað seinastu nógvu vikurnar ikki hevur roynst so væl hjá.
Og Víkingur, sum rættiliga hevur fingið luft undir veingirnar, fær vitjan av botnliðnum á Skála, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.
Veðrið at spæla fótbólt sær út til at verða gott seinnapartin. Tað verður turt, sólin fer at kaga undan, hitin verður 10 stig og kanska hægri enn so, og lotið verður millum lítið og einki.
Í dag:
Víkingur-Skála: Páll Augustinussen kl. 15.00
NSÍ-HB: Lars Müller kl. 17.15
EB/Streymur-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36-B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
Mánadagin:
AB-KÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 18.00
Støðan undan 13. umfari
B36 30
HB 25
NSÍ 20
EB/Streymur 19
Víkingur 19
KÍ 16
ÍF 13
B68 9
AB 8
Skála 5