Heimleys fáa innivist

Beint eftir ólavsøku fer Tórshavnar kommuna at bjóða heimleysum innivist. Hetta verður ein fyribilsloysn, og seinni kemur ein meira varandi loysn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Í Havn ganga fleiri heimleys fólk, sum savnast ymsa staðni í býnum, og stundum eru tey til ampa fyri eitt nú børn, eldri fólk og tey, sum koyra við Bussleiðini.
Tey heimleysu eru alt annað enn fegin um tilveruna.
- Tey hava vent sær til mín og sóknast eftir onkrum stað at vera, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann hevur eisini sjálvur verið og vitjað í herberginum hjá Frelsanarherinum fyri at koma í talu við hesi fólk, sum eru komin so skeivt fyri í lívinum, fyri at hoyra ynski teirra.
Kommunan hevur havt fund við politiið, sum dagliga noyðist at taka sær av onkrum heimleysum, sum á ein ella annan hátt er til ampa og einki heim hevur at fara í.
Heðin Mortensen hevur eisini havt fund við sosialu umsitingina, teknisku umsitingina og lendisdeildina fyri at finna onkra loysn.
Ætlanin er somuleiðis at hava kunnandi fund við herbergið hjá Frelsanarherinum og við Bláa Kross.
- Vit arbeiða við at útvega teimum virðiligar karmar. Hasi fólkini eru partur av borgarunum i býnum, og tey hava krav upp á at hava virðiligar karmar, sigur Heðin Mortensen.
Tað verður væntandi beint eftir ólavsøku, at kommunan fer at kunn vísa teimum heimleysu á eitt stað ella fleiri støð, har tey kunnu vera um dagin. Eru tey til ampa, skal eisini bera til at siga við tey, at nú skulu tey fara hagar.
Heðin Mortensen sigur, at kommunan fyrst kemur við eini fyribilsloysn. Seinni kemur ein meira varandi loysn. Hvørjar hesar loysnir verða, vil borgarstjórin ikki siga enn.