Veturin er av álvara farin at gera vart við í Argentina. Kuldin er komin sunnan av Antarktis, og í høvuðsstaðnum Buenos Aires hava tey havt frost tær seinastu næturnar. Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 10 fólk doyðu av kulda um vikuskiftið, og sum skilst vóru tey flestu fátækrafólk og heimleys.
Argentinskir fjølmiðlar skriva, at umleið 20.000 argentinar eru heimleysir og sova á gøtuni hvørja nátt, og tey hava tað serliga ringt í tí nógva kuldanum.
Sambært fjølmiðlunum vóru tvey børn millum teirra, sum doyðu av kulda um vikuskiftið.