Heimir: Vit mugu verða snildir

Upptakt: Venjarin hjá trýr upp á ein sigur, men tað krevur neyvleika og snildir

##med2##

HB skal í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Linfield FC í 2. umfari í undankappingini til bólkaspælið í Europa League. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2. Dysturin í kvøld er á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi, har HB helst skal vinna fyri at koma víðari.

- Tað kemur ein løta í dystinum, har vit skulu til at leypa á og skjóta mál, men vit mugu verða snildir og ikki leypa framav. Um vit fáa eitt mál ímóti, so skulu vit til at skjóta tvey, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB.

 ##med3##

HB kann koma víðari, um tað endar við javnleiki 3-3 ella hægri. Endar tað við javnleiki 2-2 verður umdystur, men undir øðrum umstøðum, so skal HB vinna dystin fyri at koma víðari. Ein lyklaspælari kann verða René Shaki Joensen, sum enn ikki hevur spælt síðani skiftið frá Grindavík. Venjarin vil ikki siga so nógv um liðið.

- Eg kann ikki fortelja tykkum nakað enn, men René Shaki Joensen er á veg aftur og hevur vant væl í seinastuni. Tað er ein møguleiki, at hann fær nakrar minuttir í kvøld, sigur Heimir Guðjónsson við FM1, og leggur afturat:

Eg haldi at vit kunnu vinna. Tað vístu vit í fyrra dystinum, har vit spældu væl. Vit skaptu fleiri málmøguleikar, men vit mugu verða meiri neyvir frammanfyri málinum. Um vit spæla væl í dag, so er ein møguleiki at koma víðari – og vit skulu trúgva upp á tað, sigur Heimir Guðjónsson.

 ##med4##

HB verður uttan málverjan Teitur M. Gestsson. Unustan skal eiga hvørja løtu. Tað verður sum skilst Bjarti V. Mørk, ið skal verja málið hjá HB. Tað var eisini eitt sindur ivasamt, um Adrian Justinussen fór við. Hann hevur avbjóðingar við at flúgva. Hann hevur ferðast fyri seg og er við liðfeløgunum í Belfast.

Dysturin millum Linfield FC og HB verður í kvøld klokkan 19.45.

Europa League 2. umfar:

Linfield FC (2) – (2) HB (19.45)

FM1: Samrøða við Heimir Guðjónsson