Heimir: Vit mugu trúgva upp á tað

Champions League: HB verður uttan René Shaki Joensen, men ætlar at vinna

##med2##

Í kvøld klokkan 19 skal HB spæla seinna dystin móti finska stórliðnum, HJK Helsinki. Gestirnir úr Finnlandi vunnu fyrra dystin í fyrsta innleiðandi umfarinum í Champions League heili 3-0, men HB og Heimir Guðjónsson leggja ikki kongin.

- Tá dysturin byrjar í dag, so trúgva vit upp á tað. Bæði eg sum venjari og spælararnir mugu trúgva upp á tað. Vit fingu ikki úrslitið, sum vit ynsktu í Finnlandi, men vit mugu leggja trýst á og so fáa at síggja, um vit kunnu fáa eitt úrslit. Tað er eitt gott lið, men einki er ómøguligt í fótbólti, sigur Heimir Guðjónsson við FM1.

##med3##

Venjarin hjá HB sigur við FM1, at allir mans uttan René Shaki Joensen eru tøkir til dystin í kvøld. Í besta føri megnar landsliðsspælarin at spæla nakrar minuttir. In.fo hevur tó fingið upplýst frá fleiri keldum, at Ari M. Olsen og Adrian Justinussen ikki verða tøkir. Ari M. Olsen beklaði illa í Finnlandi, har hann bleiv skiftur út í hálvleikinum, meðan Adrian Justinussen er sjúkur.

Dysturin millum HB og HJK Helsinki verður í Gundadali klokkan 19. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, har Andrew av Fløtum er viðmerkjari. Frásøgnin verður merkt av, at KÍ klokkan 18 spælir í Europa League móti FK Riteriai á Svangaskarði.

Champions League 1. umfar innleiðandi:

HB (0) – (3) HJK Helsinki

FM1: Samrøða við Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB