Íslendskir miðlar eru í hesum døgum í Føroyum, har teir fylgja við HB. HB hevur sum kunnugt bæði íslendskan venjara, Heimir Guðjónsson, og ein íslendskar spælara, Brynjar Hlöðversson, umframt at Símun Samuelsen eisini hevur eina fortíð í íslendskum fótbólti.
Íslendska heimasíðan fotbolti.net hevur frásøgn og myndir frá 3-0 sigrinum hjá HB á Skála í gjár. Heimir Guðjónsson sigur við íslendska miðilin, at hann er fegin um sigurin á Skála, men nú eru eyguni vend móti torføra dystinum móti NSÍ sunnudagin.
Hann sigur, at tað er eingin loyna, at hann royndi at fáa fatur á fleiri íslendingum í vár, men tað eydnaðist ikki. Heimir Guðjónsson sigur við fotbolti.net, at hann aftur í summar fer at royna at fáa nakrar fleiri íslendingar til HB.
- Um tað eru góðir spælarar í Pepsi-deildini, sum ynskja at blíva læntir út, so haldi eg, tað er frægari at koma higar, enn at spæla í næst-bestu íslendsku deildini, sigur hann.
HB vann sum kunnugt 3-0 á Skála og tað sæst aftur á vikuliðnum hjá Miðlahúsinum.