Heimir tekur hetta í størsta álvara

07 Vestur hevur fyrsta sigurin sum barlast á ferðini í Gundadal

Tað er nummar eitt ímóti nummar tíggju, tá ið HB seinnapartin fær vitjan av 07 Vestur. Harvið er lagt upp til, at heimaliðið er stórur favorittur.

-Allir dystirnir skulu takast í størsta álvara. Ímóti Skála síðsta sunnudag vann 07 Vestur 4-1. Tað í sær sjálvum sigur, at um vit ikki hava fokus á rætta stað og arbeiða nógv, so kunnu vit ikki rokna við at vinna, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson.

Mikukvøldið tóku hansara menn stórt fet ímóti steypafinaluni, tá ið teir á heimavølli vunnu 2-0 ímóti AB.

Í landskappingini er HB á toppinum – fimm stig frammanfyri næsta avbjóðaran.

Umframt langtíðarskadda Sebastian Pingel er Aleksandar Stankov skaddur, og tað er ivasamt, um Jógvan Skeel Nolsøe og Jógvan Rói Davidsen eru førir fyri at spæla. Teir vórðu báðir útskiftir mikukvøldið ímóti AB.

 

Meðan HB mikukvøldið spældi halvfinalu hava teir í 07 Vestur síðstu vikuna havt fokus á avbjóðingini ídag.

Sunnudagin vann 07 Vestur fyri fyrstu ferð í ár. Harvið kennist støðan ikki so vónleys, sum hon leingi hevur verið.

-Eftir ellivu tap á rað sigur seg sjálvt, at sigurin hevur alt at siga. Sjálvsálitið hevur fingið skump rætta vegin. HB er favorittur, og vit fara ivaleyst at renna nógv aftaná teimum. Eisini HB ger mistøk, og vónandi fer tað at eydnast okkum at fáa nakað burturúr, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen.

Allir spælararnir eru tøkur uttan Martin Tausen, sum er burturstaddur.

29. apríl vann HB 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá vórðu øll málini skorað í seinna hálvleiki.