Heimir tekur avgerð um framtíðina í komandi viku (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Heimir Guðjónsson um javnleikin móti B36, og um framtíðina hjá honum

##med2##

- Eg taki avgerð um framtíðina í komandi viku. Tit frætta frá mær mikudagin ella hósdagin. Hetta sigur høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

Meir fær Tróndur Arge ikki burturúr Heimiri Guðjónssyni í dag, hvørs framtíð liggur antin í HB ella í Breiðablik ella Vali í Íslandi eftir tí sum frættist. 

Um 2-2 javnleikin móti B36 heldur Heimir, at talan var um eitt slag av "Deja Vu" til steypafinaluna í fjør. 

Heimir heldur tó, at Símun Samuelsen og HB áttu fríspark í støðuni tá B36 javnaði til 2-2. Annars heldur Heimir, at talan var um ein rimmar dyst, ið tað var stuttligt at verða partur av.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Heimir Guðjónsson fyrr í dag. 

(Samrøða: Heimir Guðjónsson HB)