Heimir og Kaj Leo í oddinum

Valur vann aftur í kvøld er í oddinum í íslendskum fótbólti

Valur vann í kvøld 2-1 á útivølli móti Breiðabliki. Kaj Leo í Bartalsstovu spældi fyrstu 67 minuttirnar, meðan Magnus Egilsson ikki kom á vøllin.

Gøtumaðurin gjørdi nógv um seg fyrstu minuttirnar, har hann hevði tvær málroyndir. Tann fyrra fór við síðuna av, meðan seinna skotið var avbera gott, men málverjin hjá Breiðabliki bjargaði. Valur kom á odda beint eftir hálvleik, men stutt seinni javnaði heimaliðið. Avgerandi málið kom níggju minuttir fyri tíð.

Tað er fyrrverandi venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, sum stjórnar Vali í ár. Í fyrstu sjey dystunum hevur tað givið 13 stig, sum er nokk til eitt annað pláss í deildini. Í gjár vann FH 3-0 á Fjølni. Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH.