Tað verður ikki á hesum sinni, at Heimir Guðjónsson sum førdi HB til FM-gull í 2018 og steypagull í 2019 vendir aftur til føroyskan fótbólt.
Leysasøgur vóru frammi, ið settu Heimir Guðjónsson í samband við KÍ aftaná, at Mikkjal Thomassen hevði tikið við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Frederikstad í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Sambært fotbolti.net verður Heimir Guðjónsson kunngjørdur sum høvuðsvenjari hjá FH á einum fjepparatiltaki á Kaplakrika á Hafnarfirði í annaðkvøld.
Heimir Guðjónsson vann í sínari tíð átta íslendsk meistaraheiti við FH. Tvey sum spælari, eitt sum hjálparvenjari og fimm sum høvuðsvenjari.
Tí gongur aftur í íslendskum miðlum í kvøld, at "Heimir kemur heimaftur til FH".
Umframt meistaraheitini við FH og HB gjørdist Heimir eisini íslendskur meistari við Vali í 2020.