Valur hevur gjørt sáttmála við Magnus Egilsson, sum seinastu tvey árini hevur verið fastur á vinstra bakki hjá HB, skrivar felagið í dag. Nýggjur venjari hjá Vali er nú fyrrverandi venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson.
In.fo skrivaði fyri eini viku síðani, at Magnus Egilsson var í Íslandi og royndarvandi. Valur hevur leitað eftir einum vinstra bakki og valið er nú fallið á føroyska landsliðsspælaran.
Vinstri bakkurin hjá HB hevur verið fastur maður í landsliðshópinum hjá Lars Olsen í ár. Hann spældi fast á vinstra bakki bæði árini undir Heimi Guðjónssyni í HB.
##med2##
Hópurin hjá Vali telur eisini Kaj Leo í Bartalsstovu.












