Nú er tað púra vist, sum hevur ljóðað síðani stutt eftir ólavsøku.
HB skal hava nýggjan venjara, tí Heimir Guðjónsson, sum tvey tey seinastu árini hevur verið venjari, fer aftur til Íslands, eftir at hann í fjør saman við HB vann FM við metnógvum stigum, og eftir at hann fyri einari viku síðani hevði um stýrisvølin, nú HB vann kappingina um løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í fimtan ár.
Heimir Guðjónsson segði í dag í samrøðu við FM1, at hann í vikuni fer at boða frá, hvat hann fer at takast við í framtíðini.
Frá íslendskum keldum veit in.fo, at Heimir Guðjónsson nú verður venjari í Vali, sum er sigursvant felag í Reykjavík. Ein føroyingur er í Vali. Tað er Kaj Leo í Bartalsstovu.
Valur og Heimir hava skrivað undir sáttmála, sum fevnir um fleiri ár. Okkara keldur siga seg vita, at talan er um sáttmála, sum fevnir um trý ár.
Íslendska kappingarárið endaði ígjár. KR er meistari, og Valur endaði á fimta plássi við 29 stigum. Tað er vónbrot, tí undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Valur fór at vera við í kappingini um meistaraheitið.
Ólafur Jóhannesson hevur verið venjari í Vali síðani á heysti í 2014. Tað er nakað síðani, at tað var greitt, at hann fer ikki at halda fram í sessinum.
Nú er greitt, at tað í vikuni verður kunngjørt, at Heimir Guðjónsson verður nýggjur venjari. Sum tað skilst kemur tað ikki óvart á leiðsluna í HB, at íslendski venjarin, sum tvey tey seinastu árini hevur staðið á odda, tá ið HB hevur vunnið FM og steypakappingina, ikki fer at halda fram í HB. Leiðslan í felagnum er kunnað um, at Heimir Guðjónsson nú fer at flyta heim aftur til Íslands.