Frans pávi hevur í kvøld talað á midnáttarmessuni í Pæturskirkjuni í Vatikanstatinum í Rom.
Í sínari jólamessu segði 78 ára gamli pávin, at heimurin hevur bruk fyri størri eymleika og meira menniskjaligum hita.
- Hava vit dirvi at taka ímóti trupulleikunum hjá teimum, ið standa okkum nær, við eymleika, ella ynskja vit heldur ópersónligar loysnir, sum kanska eru effektivar, men sum mangla evangeliska hitan, spurdi pávin í talu sínari.
- Verðin hevur veruliga brúk fyri meira eymleika í dag, segði hann.
Frants pávi ávaraði ímóti, at fólk hugsa mest um seg sjálvi og mangla forstáilsi og eymleika fyri øðrum. Hetta ger, at vit missa tað góða og heita menniskjaliga sambandið, segði hann.
Umleið 5000 fólk vóru hjástødd í og við Pæturskirkjuna, og milliónir av fólki kring heimin fylgdu midnáttarmessuni í sjónvarpi.










