Jens Wang hevur brúkt fyrstu tíðina til at spyrja løgmann um heimildina fyri byggingina av Skálafjarðartunlinum. Spurningarin snúgva seg í fyrstu atløgu um lógina frá 2010, sum gav landsstýrismanninum heimild at samráðast við privatar íleggjarar um at byggja Skálafjarðartunnilin.
Serliga verður dentur lagdur á orðingina um “tíðarmessigan samanhang.” Í avtaluni við P/F Skálafjarðartunnilin varð staðfest, at um P/F Skálafjarðartunnilin ikki sóu seg føran fyri at byggja tunnilin, kundi landsstýrismaðurin bjóða arbeiði út til aðrar veitarar, í tíðarmessigum samanhangi.
Jens Wang spyr løgmann um, hvussu hann og landsstýrið skiltu hesa orðing.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svarar, at hann og landsstýrið hildu seg til løgtingssamtyktina um, at ein tunnil skuldi byggjast. Tá nýtt landsstýrið tók við í novembur 2011, var tað ongantíð nakar, sum setti spurnartekin við hvørt heimildin var galdandi enn ella ikki.
Í februar 2012 leggur Kári P. Højgaard eina ætlan um tunnilsbygging fyri landsstýrið, og fekk fullan stuðul frá landsstýrinum.
- Eingin setti spurnartekin við, hvørt vit høvdu heimild ella ikki, tí Løgtingið hevði samtykt, at tunnilin skuldi byggjast. Fíggjarjáttanin, sum var sett á fíggjarlógina til fyrireiking av bygging av tunlinum, var ein praktisk staðfesting av, at heimildin enn var í lagi.
Jens Wang nevnir síðani ein teldupost frá CIP til Innlendismálaráðið hin 24. juni. Har verður tosað um tørvin á eini “veruligari heimild.” Enn einaferð svarar løgmaður, at hetta má vera ein tilvísing til, at málið má leggjast fyri løgtingið aftur, orsaka av rumbulinum, sum hevði verið um málið seinastu tíðina, men avvísir, at nakar ivi var um, hvørt heimildin frá 2010 enn var galdandi.
- Hjá okkara løgfrøðingum var ongantíð nakar ivi um, at heimildin enn var galdandi.