Uttanríkispolitiska heimildarlógin er verri enn heimastýrislógin, sigur Poul Michelsen við Sosialin.
- Lógin ger, at alt sum vit gera á uttanríkisøkinum skal góðkennast av Danmark. Og tað ber ikki til, sigur Poul Michelsen og vísir millum annað á, at lógin forðar fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum og EFTA.
Hann ber eisini ótta fyri, at danir fara at stramma lógina upp aftur meiri og vísir til, at tá føroyingar skuldu gera avtalu við Kina, komu greið boð frá forsætismálaráðnum, at avtalan skuldi undirskrivast vegna Danmark. Føroyskir myndugleikar vístu tá á, at avtalan var meinlík henni, Føroyar høvdu gjørt við Russland, og at hendan var góðkend. Svarið frá donskum myndugleikum var, at tað var ein feilur, at avtalan við Russland var góðkend.
Ein longri samrøða við Poul Michelsen er í mikudagsblaðnum hjá Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í gjár.











