Føroya rættur segði í gjár ein ávegis dóm í málinum millum Bjarna Olsen, fyrrverandi stjóra í Eik, og Eik.
Bjarni Olsen stevndi bankanum við grundgevingini, at hann av órættum varð burturvístur.
Rætturin kom til ta niðurstøðu, at P/f Eik Banki Føroya hevði formligan rætt til at burturvísa Bjarna Olsen, sjálvt um Bjarni Olsen var settur hjá P/F Eik Banka og tískil eisini at steðga lønini hjá honum.
Kravið var 2,7 mió. krónur.
Høvuðsgrundin hjá Føroya rætti er, at tá P/f Eik Banki Føroya hevur yvirtikið skylduna at gjalda honum løn sambært fráfaringaravtaluni við P/f Eik Banka, so má P/f Eik Banki Føroya eisini hava yvirtikið rættin at átala viðurskifti, sum stava frá tíðini hjá P/f Eik Banka.
Málið heldur fram og snýr seg nú bara um, hvørt P/f Eik Banki Føroya kann ávísa ítøkiliga orsøk, grovt mishald, til at kunna burturvísa Bjarna Olsen.