Heimið í Vallalíð á vælveru-feriu í heitari lond

Nú er ætlanin er, at øll húsfólkini, og øll starvsfólkini, í heiminum fyri minnisveik í Vallalíð í Havn, skulu fara eina vælveru-feriu í heitari lond.

Eitt tað fyrsta tiltaki fyri at savna pening til ferðina, verður ein stórur loppumarknaður á heiminum á Vallalíð á miðdegi í morgin, leygardagin.

 

- Nær ferðin verður, veldst um, hvussu tað gongur at savna pening inn, sigur Halldis Joensen, leiðari á heiminum.

 

Hon sigur, at tey seta sær sum mál at savna 500.000 krónur saman, áðrenn ferðin kann verða veruleiki.

 

Talan er um nógv fólk er við í ferðalagnum, heili 19 húsfólk og 25 starvsfólk, sigur hon.

 

Hon sigur, at enn er ikki avgjørt, hvagar leiðin gongur, men talan verður um at fara til ein vælverudepil onkustaðni í heitari londum.

 

- Tað eru rættiliga nógvir vælverudeplar ymsastaðni. Summir av hesum deplum eru fyri fólk við førleikatarni, men minnisveik hava eisini stórt gagn av viðgerðunum, ið eru at fáa í slíkum deplum, sum eru mannaður við læknum, terapeutum og røktarfakligum starvsfólki av ymsum slagi.

 

- Endamálið við ferðini er at síggja, hvørja ávirkan tað hevur á minnisveik at stimbra sansirnar við heitum baði, og massasju, fysioterapi og øðrum viðgerðum, sigur Halldis Joensen.

 

Samstundis er hetta eisini ein ferð, starvsfólkið fær nógva fakliga vitan burtur úr um, hvussu tað ávirkar minnisveik, at sansirnir verða stimbraðir.

 

Leiðarin á heiminum í Vallalíð sigur, at tey hava fingið eina ørgrynnu av lutum at selja, bæði innbúgv, brúkslutir av ymsum slagi, spæl, klæðir, eisini mótaklæðir frá sniðgevarum og mangt annað.

 

Og sum nakað sermerkt, hava tey eisini eitt livandi lamb og 10 livandi hósnarungar at selja.

 

Myndina tók Álvur Haraldsen i dag tá ið tey riggaðu til loppumarknaðin í morgin.