Orsakað av fleiri smittutilburðum kring landið verður ikki møguligt at vitja á Heiminum á Sýnini. Hesum verður boðað frá á heimasíðuni hjá Vága kommunu í dag.
– Tískil verður stongt fyri vitjandi, stendur skrivað.
Fyribils verður hetta galdandi í 14 dagar, og hetta byrjar í dag.