Í somu grein verður sagt frá, at sjúkan helst stavar frá útbrøgdum. Hon er tí so vanlig í Føroyum. Eg veit ikki, hvat eitt útbragd er, men tíbetur er týðing sett í parantes - nevniliga mutatión. Hetta er eitt internationalt orð og verður brúkt bæði í útlendskum læribókum og millum fólk. Kemur upprunaliga úr latíni og merkir broyting. Eg fari at heita á journalistarnar á Sosialinum at royna at varðveita international orð í blaðnum. Tað ger málið ríkari, og vit sleppa undan misfostrum sum útbragd, (hóast kanska skilt við okkurt sagnorð). Eitt sindur minni heimføðilig verða vit eisini, um vit royna at brúka og fylgja upprunatýdninginum av internationalum orðum, sum verða almannabrúkt uttanlands.
Eisini fari eg at heita á mentamálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø, at broyta alt orðatilfarið í skúlunum í matematik, fysik og kemi, so tær internationalu málreglurnar verða galdandi. Til frama fyri øll okkara sperdu børn, sum so kundu farið beinleiðis á internetið at funnið sær fleiri upplýsingar. Tað hevði hjálpt ómetaliga væl upp á trivnaðin.
William Heinesen skrivaði fyri nógvum árum síðan í Varðanum, at føroyingar áttu at leita sær víðskygni í Europa.
Oman Hoydalar 7. okt. 08