Í góðveðrinum mánamorgunin sást ein hópur av ungum gentum á Torginum til arbeiðis.
Allar vóru tær fult upptiknar við uppgávum sínum: At lúka og rudda hetta vakra plássið mitt í bygdini.
Torgið fer um vikuskiftið at hava sítt natúrliga pláss í skránni fyri Fjarðastevnuna, har fundir og møtir av ymiskum slagi skulu haldast.
Nú skulu so hesi ungu hampa og fríðka um hetta økið, sum er eitt tað fyrsta sum møtir tí vitjandi, ið ætla sær inn í bygdina. Aðrastaðni í bygdini sóust onnur ungfólk í við uppgávu.
Ein teirra sum arbeiðir her er vestmannagentan, Sólgerð Andreasen sum er við í verkætlanini Ung í arbeiði.
- Eg ætli mær at brúka peningin til at keypa mær eina aðra fartelefon, og so ætli eg mær eisini til frisør, sigur hon, alt meðan hon lúkar rundan um vøkru planturnar.
Mála og rudda
At rudda torgið í heimbygdini er bert ein partur av øllum tí, sum ætlanin er at náa hesar komandi dagarnar.
Ætlanin var alt sjálvandi treytað av veðrinum at mála ymsastaðni í bygdini.
- Vit skulu mála í barnagarðinum, og skulu eisini mála nakrar veggir við parkeringspláss, greiðir Sólgerð frá.
Mánamorgunin var hon sum nevnt í ferð við at lúka, meðan fleiri av javnaldrum hennara stríddust við at fáa eina sláimaskinu at virka.
- Tú. Kanst tú ikki hjálpa okkum at fáa henda proppin til bensinið av? Hann situr so fastur, siga tvær teirra við tíðindamannin.
Proppurin fer av beinanvegin, og løtu seinni hoyrist gangurin frá hesum handborna sláaranum.
Slappa av
Mánadagurin var fyrsti arbeiðsdagurin hjá Sólgerð í hesi verkætlanini hjá Vestmanna kommunu.
Hon er annars von við annað arbeiði enn heimaarbeiðið frá skúlanum.
Eftir skúlatíð hevur hon m.a. arbeitt hjá bakaranum í bygdini, men nú er hann givin. Í summar hevur hon søkt onnur arbeiði, m.a. hjá Fiskavirking, Fjørðukrónni og onkra aðrastaðni.
- Men eg veit einki um nakað av hesum enn, sigur Sólgerð.
Í løtuni er tað so urtagarðsarbeiðið hjá Vestmanna kommunu sum hon og fleiri onnur ung eru upptikin av.
Tá hon er liðug við hetta, veit hon ikki rættiliga hvat hon fer at gera.
- Eg haldi, at eg fari bara at slappa av eitt sindur, sigur hon.