Heimbygdin gerast enn vakrari

UMHVØRVI Leygardagin var tann stóri ruddingardagurin í Hvannasunds kommunu, har nógv fólk tók lut. Nú verður næsta stóra takið í so máta – ein dagur, har bygdirnar í kommununi skulu gerast vakrari.

Hvannasund: Ætlanin er at hesin dagurin verður leygardagin í næstu viku, 26. mai.

Í hesum sambandi er ætlanin at bygdarfólkið skal savna seg um eina ávísa verkætlan, sum skal kunna gerast liðug henda dagin.

Her hava allir borgarar møguleika at koma við uppskotum um verkætlanir, sum fólk í felag kunnu loysa tá, ella um hon kann býtast í fleiri stig.

Tað er so upp til kommununa at avgera, hvør verkætlanin verður, alt eftir prísi, staðseting og ikki minst um ágóða, soleiðis at verkætlanin kann fáa bestu og hægstu raðfesting. Freistin at senda uppskot inn er 21. mai.


Sjálvur dagurin byrjar klokkan 9 við morgunmati og kunning á Skúlanum á Fossánesi. Síðani verður lagt til brots við verkætlanini, fram til middag, tá ein steðgur verður og øll húski í kommununi kunnu heinta plantupakkar uttanfyri kommunuskrivstovuna. Arbeitt verður síðani fram móti náttverða.