Heimbygdin fagnar Hans J. Højgaard

Heimbygdin Toftir fagnar mikla tónaskaldinum Hans Jacob Højgaard sála, nú 100 ár eru síðani hann varð borin í heim í bóndahúsinum Inni á Regni á Toftum. Tað verður gjørt við heiðurskonsert, framsýning, fyrilestri, serligum hugnakvøldi og endað verður við einum konserttiltaki við lokalum kreftum sjálvan føðingardagin 11. september, tá ein fløga eisini verður givin út.

100 ára minni

Longu nú sunnudagin 15. august kl. 16 verður ein konsert, sum Norðurlandahúsið skipar fyri, og tann konsertin er partur av Listastevnuni. Hon verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og kórini sum fara at syngja eru Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni við Mikael Johan Heinesen sum leiðara og Havnarkórið við Ólavi Hátún sum leiðara.
Mikael Johan Heinesen sigur, at skráin fyri hesa konsertina er gjørd soleiðis, at hon vísir, hvussu fjølbroytt tónaskald Hans J. Højgaard er.
Leygarkvøldið 28. august kl. 20 verður hugnaløta á Svangaskarði, har tónaskaldið av Toftum verður lýst á ein lættari hátt. M. a. fara næstrafólk hjá Hans Jacobi og fólk, ið hava sungið hjá honum, at greiða frá og felagssangur verður eisini á skránni.
Leygarkvøldið 4. september kl. 20 fer Ólavur Hátún at halda fyrilestur í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni um, hvussu stóran týdning løgini hjá Hans Jacob Højgaard hava havt fyri sanglívið í Føroyum. Eftir at Hans Jacob var fluttur til Havnar, bleiv Ólavur eitt skifti lærari á Toftum og hevði eisini kór í bygdini. Ólavur og Hans Jacob høvdu nógv samskifti, og Havnarkórið hjá Ólavi hevur øll árini dúgliga framført løg hjá Højgaard, bæði í Føroyum og ikki minst uttanlands.
Í tíðarskeiðnum áðrenn føðingardagin letur ein framsýning um Hans J. Højgaard upp í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni. Framsýningin fer at lýsa lívsstarvið hjá tónaskaldinum og fer eisini at nema við hansara yrki sum lærari. Lýst verður nærri nær framsýningin letur upp.
Sjálvan føðingardagin hjá tónaskaldinum, sum er 11. september, verður sangløta í Fríðrikskirkjuni kl. 18. Við verða Kórið í Fríðrikskirkjuni, eitt veterankór, har øll, ið hava sungið í kórunum hjá Hans Jacobi á Toftum, hava høvi at verða við, og barnakór úr Tofta skúla.
Sama dag verður ein fløga givin út við løgum hjá Hans J. Højgaard. Talan er um eitt savn við upptøkum, har blandað kór, barnakór og gentukór á Toftum syngja. Tónaskaldið sjálvt stjórnar flestu sangunum á fløguni. Fleiri av upptøkunum hava ikki verið givnar út áður.
Tað er mentunarnevndin í Nes Kommunu, sum samskipar tiltøkini í sambandi við 100 ára haldið. Formaðurin í mentunarnevndini, Símin Johannesen sigur, at øll eru vit greið yvir, at Hans J. Højgaard hevur lagt ein stóran serføroyskan sangskatt eftir seg. Bygdarráðið var ongantíð í iva um, at tað var rætt at heimbygdin ger nakað serligt burtur úr, nú 100 ár eru síðani tónaskaldið varð borið í heim. Símin vónar, at fólk taka væl undir við tiltøkunum sum eru á skránni.