Heimbýurin hjá Gaddafi fallin

Uppreistrarmenninir í Libya siga nú, at teir hava tikið býin Sirte, haðani Muammar Gaddafi er ættaður. Býurin er miðskeiðis millum Benghazi og høvuðsstaðin Tripoli. Ein útlendskur tíðindamaður, sum Reuters hevur tosað við, sigur, at umleið 20 chernaðarakfør og nógvir privatbilar fóru úr Sirte í nátt við kós vestureftir, og at nú er friðarligt í býnum.

Um vikuskiftið hava uppreistrarmenninir tikið seg fleiri hundrað kilometrar vestureftir, og teir hava tikið fleiri býir so sum oljubýirnar býirr Ras Lanuf og Brega og nú eftir øllum at døma eisini Sirte.

Næsti býur á vegnum til Tripoli er Misrata, og har vóru harðir bardagar í gjár, skrivar Reuters.