Tey, ið virka ymiskt heima, hava vanliga árligar sølustevnur, og so er eisini í Suðuroynni. Seinnu árini hava sølustevnur verið, og í ár verður heimavirkissølustevnan í Vági í VB Húsinum. Stevnan verður leygardagin 8. november og sunnudagin 9. november.
Enn er neyv skrá ikki løgd, men møguliga verður framsýning av tí, ið Heimavirkið hevur at selja, men í øllum førum verður alt tað at fáa, ið fólk virkað heima við hús, og tað er bæði bundið, súltað og mangt, mangt annað,.
Fyrireikararnir minna á, at hondbóltsdystur er í VB Høllini sunnudagin, og tá liggur væl fyri hjá áskoðarum at vitja heimavirkissølustevnuna eisini.
Opið er leygardagin frá klokkan 10 til 18 og sunnudagin frá 14 til 18.










