Heimavirkisblað komið


Várútgávan av limablaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag er komin. Blaðið verður givið út tvær ferðir árliga

Útgáva

Føroya Heimavirkisfelag hevur latið várútgávuna av limablaðnum úr hondum. Innihaldið er greinar um ymiskt heimavirki, eins og onkur feðafrásøgn eisini er.
Limablaðið er prentað í A5 stødd og telur 28 blaðsíður. Umframt greinar og hugleiðingar, er eisini innan í permuni prentað skráin hjá Føroya Heimavirkisfelag fyri árið 2002.
Eitt mál, sum er til viðgerðar í felagnum, er skipan av økisfeløgum undir Føroya Heimavirkisfelag. Hetta verður viðgjørt í oddagrein eins og í greinum inni í blaðnum.
Annars eru frásagnir frá ymsum tiltøkum, sum hava við heimavirki at gera, umframt ein grein um føroyskan bát.
Føroya Heimavirkisfelag boðar eisini í blaðnum frá eini sonevndari Vættrakapping, har kappingin er um at gera eina føroyska vættur, sum seljast kann sum »souvenir«. Kappingin stendur við til hálvan juli.