Heimavirkið flutt í Vágsbotn

1. august lat Føroyskt Heimavirki upp í nýggjum hølum í Vágsbotni. Heimavirkið hevur hildið til hjá á Kongabrúnni síðan 1960, men vegna umbygging má Heimavirkið flyta út hiðani

 

Føroyskt Heimavirki er ikki longur á Kongabrúnni. Henda býarmyndin má víkja fyri útbyggingini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum skal nýta allan bygningin.

Heimavirkið hevur verið í hesum hølunum síðan 1960. Áðrenn var Heimavirkið í einum pakkhúsum hjá kommununi, sum eisini stóð á Kongabrúnni.

Nýggju hølini í Vágsbotni 14 eru tó alt ov lítil til virksemi hjá Heimavirkinum. Einki pláss er til goymslu, og tí er verður vøran goymd í einum privathúsum í Havn.

Leigusáttmáli er bara gjørdur í eitt hálvt ár fram til 1. januar næsta ár. Eftir hetta veit eingin, hvat hendir við Heimavirkinum.

Óluva Húsgarð situr í trýmannanevndini, ið stýrir sjálvsognarstovninum Føroyskt Heimavirki, og hon sigur, at enn hava tey onga loysn funnið.

Sum skilst er Heimavirkið illa spert peningaliga vegna MVG og annað, og tí er framtíðin ógreið.

Tað eru fyri tað mesta eldri fólk, ið binda vøruna, sum verður seld hjá Heimavirkinum, og tey fáa so bindipening fyri arbeiðið. Øll vøran er úr føroyskari ull.

Føroyskt Heimavirki varð sett á stovn í 1935, og tá var Edvard Mitens formaður í partafelagnum.