Klokkan 19.30 í kvøld skipar felagið, Tign, fyri almennum fundi í Miðlahúsinum, har tey fara at skifta orð um støðuna í heimatænastuni Á fundinum fer ein avvarðandi hjá einum, sum fær heimarøkt, at greiða frá, hvat tey halda um støðuna og somuleiðis fer Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, at tosa um starvsfólkasamansetingin í heimatænastuni.
Aftaná framløgurnar, verður kjak, har áhoyrarar eisini sleppa til orðanna.
|