Heimastýrislógin kann ikki varðveitast

Vit vilja virka fyri eini sjálvstýrislóg fyri Føroyar, og vit fara ikki at blanda okkum í danskan innanríkispolitikk

Fólkatingsvalið komandi er spátt at gerast eitt protestval, tí nú skulu vit siga dønum, hvørji vit eru og hvat vit vilja. Onkur flokkur sigur seg ætla sær niður at fortelja dønum, at nú vilja vit hava loysing og einki meira .

Hvat vilja slíkir flokkar við at stilla upp? Stilla teir upp fyri at fáa danir at taka støðu fyri okkum? Har er eingin politikkur og heldur eingin vilji, tí um hesir flokkar veruliga meina nakað við tað, teir siga, hví hava teir so ikki fyri langari tíð síðani gjørt nakað við hetta málið.

Javnaðarflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið, tí vit vilja fremja politik. Okkara fremsta mál er at virka fyri broytingum og nýskapanum í viðurskiftunum landanna millum. Eitt Javnaðarumboð á fólkatingi fer at virka sjálvstøðugt. Vit fara ikki at lima okkum inn í danskan tingbólk, men harafturímóti at verja mál, ið hava áhuga fyri Føroyar.

Javnaðarflokkurin ásannar, at heimastýrisskipanin er gomul og hevur sprongt sínar karmar. Tí vil flokkurin virka fyri at fáa broytt hesa lóg. Vit vilja virka fyri, at ein stjórnmálanevnd verður sett. Okkara íkast til nevndina er eitt greitt uppskot um eina sjálvstýrislóg. Eina lóg, sum millum annað greitt ásetur; at Føroyar er eitt sjálvstøðugt land. Har skulu ongar avmarkingar verða, hvørji mál kunnu gerast føroysk sermál. Lógin skal greitt áseta reglur um føroyskan heimarætt, har m.a. okkara passviðurskifti skulu vísa okkara sanna identitet. Ein føroyingur skal verða føroyingur og ikki ein dani búsitandi í Føroyum.

Men tað sum er av allar stórsta týdningi fyri okkum er, at vit varðveita og menna vælferðarsamfelagið. Vit fara ikki at ofra tað fyri sjálvstýrinum. Vit vilja ikki renna undan ábyrgd, men gjalda ta skuld, sum vit veruliga skylda. T.v.s. ta skuld, sum er eftir aftaná samráðingar um bankamálið eru av.

Allar broytingar í verandi lóg - eins og øll viðurskifti landanna millum - krevja gott samstarv. Tí er tað av alstórum týdningi, hvør fer at umboða Føroyar á fólkatinginum komandi. Eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer at virka fyri, og fylgja væl við í øllum málum, sum viðkoma Føroyum og føroyingum.

Umboðið fer at virka fyri betri samskifti millum londini, ikki við at blanda seg uppí danskan innanríkispolitikk, men við at brúka røðarapallin á fólkatingi til at upplýsa og kunna danskar politikarar og harvið tað danska fólkið, um føroysk samfelagsviðurskifti.

Farið tí val og veljið Javnaðarflokkin ella eitt av valevnunum á lista C. Tá fáa vit eina føroyska rødd sum tænir føroyingum og føroyska samfelagnum á fólkatingi.


Elin Lindenskov, valevni Javnaðarfloksins.