Heimastýrislógin og yvirtøkuleisturin hjá samgonguni

   

Tað hevur verður áhaldandi ført fram av Fólkafloks- og Tjóveldismonnum at hesin ætlaði sokallaði "nýggi" hátturin at yvirtaka málsøki uppá, er so nógv annarleiðis og betri enn tann, sum heimastýrislógin ásetur í § 2 og § 3, sum eru soljóðandi:
§ 2. Tey mál og málsøki, sum sett eru undir A í tí lista, ið sum skjal er bundin til hesa lóg, verða prinsipielt at rokna sum føroysk sermál. Føroyska heimastýrið kann gera av, at øll hesi mál og málsøki ella nøkur av teimum verða beinan vegin at flyta til heimastýrið við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Við somu fylgju kann heimastýrið seinni gera av, at mál og málsøki, sum ikki beinan vegin verða yvirtikin, skulu verða flutt til heimastýrið. Á líknandi hátt hevur heimastýrið skyldu at taka við málum og málsøkjum á listanum, tá ríkisvaldið ynskir tað.
§ 3. Viðvíkjandi teimum á listanum undir B settu málsøkjum verður eftir nærri samráðing gjørt av, um og í hvørjari vídd hesi mál kunnu verða flutt til føroysk sermál.
Trupuleikin hjá loysingarmonnunum er eyðsýndur, teir slettis onki hava fingið burturúr sínum fullveldis-politikki, og nú teir eru á "falderebet", royna teir enn einaferð at lumpa seg ígjøgnum við hesum sokallaða nýggja yvirtøku-leistinum.
Tá Petur Mohr Dam sáli segði, at hetta var fagrasta blað í søgu Føroya og "heimastýrislógin røkkur líka røkkur líka at loysingini" so er hetta so satt sum tað er sagt.
At Javnaðarflokkurin so loypir við báðum beinum í felluna hjá Anfinni og Høgna, tað er sera ringt at skilja - vónandi hava teir ikki hugsað seg nóg væl um, tí - tað eru als ongar juridiskar forðingar fyri yvirtøkum í tí løtu Løgtingið hevur avgjørt at yvirtaka eitt málsøkið sum føroyskt sermál og samstundis yvirtekur kostnaðin av hesum øki.
Hinvegin so kann fólkatingið eisini áleggja okkum at yvirtakað málsøkir .

Hvar er trupulleikin við verðandi heimastýrislóg?
Tað eru rætt og slætt ongir trupuleikar, uttan teir sum politiskt eru skaptir av sitandi samgongu
Líka síðan heimastýrislógin kom í gildi hava vit kunna yvirtikið øll málsøkir undir lista A, vit kunnu uttan hóvasták avgera um vit vilja yvirtaka beinanvegin, eitt nærri ásett tíðspunkt ella slettis ikki.
Við nærri samráðinugum millum danskar og føroyskar mynduleikar kunnu vit, - um løgtingið sam-tykkir tað - eisini yvirtikið tey mál sum eru undir lista B.
Sum áður sagt, - er meirilutið fyri yvirtøkum í løgtinginum, so er málið at kalla ein avgreiðslu-spurn-ingur millum partarnar.
Tey málsøkið, sum ikki beinleiðis eru nevnd í verandi heimastýrislóg, man neyvan verða nakar ivið um kunnu avklárast við samráðingum millum partarnar, tað prógvar siðvenjan.

Rætt og Hevdsrættur okkara:
Sambært Frederik Harhoff professara, so hevur heimastýrislógin vunnið sær grundlógarstatus ígjøgum hesi gott og væl 50 árini, hon hevur verið vælvirkandi og til stóra menning fyri føroyska samfelagið.
Vit hava eina vælvirkandi heimastýrislóg í ríkisfelagskapinum, sum eins og arðar lógir sum eru gjørdar fyri 50?árum síðani, treingir til justeringar og broytingar soleiðis, at hon livir upp til tey krøv, sum nú einaferð verða stillað sam-felagnum ídag, og nýskipanaruppskot Sambands-floksins tekur nevniliga hædd fyri neyðugu broyt-ingunum sum krevjast av nútíðini.
Við at venda øllum á høvdi í panikki - tí tað er tað sum Høgni og Anfinn báðir gera, so er stóru vandi fyri at vit missa tann rætt og hevdsrætt, sum vit við heimastýrislógini hava vunnið okkum gjøgnum 55 ár, tað ein sannur missur fyri føringar.

Hvat siga tey moderatu fólkafloks- og sjálvstýrisfólkini til hetta?
Eg fái meg illað at trúgva, - at tey moderatu sjálvstýrisfólkini bæði í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum vilja hendan leist - tí tey vita, at tey sjálvi og restin av Føroya fólki verðabóndafangað av hesum populistisku polit-isku snillingunum ? Anfinni Kallsberg og Høgna Hoydal saman við superstrategi Fólkafloksins, Óla Breckmann.
Mín áheitan á teir Fólkafloks- og Sjálvstýrisfloks veljarar, sum enn ikki eru farin at dansa um loysingargullkálvin er at lata tykkara rødd ljóða og gerið tykkara støðu galdandi innanfloks.
Um tit ikki verða hoyrd har, skulu tit verða vælkomin at mynstra umborð á tí EINASTA flokkin, sum framhaldandi er fyri ríkisfelagskapinum og áhaldandi arbeiðir góðum og uppbyggjandi samstarvi, rúmum ræsum og bestu korum fyri alt Føroya Fólk ? innan ríkisfelagskapsins karmar.