1. DEILD: FC Suðuroy vann í dag 3-1 á Vágseiði ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hóast talan var um fyrsta umfar, so mundi lítil ivi vera um, at FC Suðuroy var favorittur, tá ið teir í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
Poul N. Poulsen, sum er aftur í Vági eftir at hava spælt við Skála og B68, setti hol á við brotssparki, tá ið eitt korter var farið.
Eftir stóran hálvan tíma økti Nicklas Poulsen um munin til 2-0. Spenningur kom í aftur, tá ið Rógvi Højgaard fimm minuttir eftir hvíldina minkaði um munin til 2-1, og tað var ikki fyrrenn ein minutt undan leikloki, at Henning G. Joensen staðfesti heimasigurin, tá ið hann skoraði til 3-1.